Palace smurdi Arsenal av

Við sannførandi avriki vann heimaliðið greitt og gav Wenger fyrsta tapið ímóti Crystal Palace.

“Big Sam” Allardyce er í ferð við at bjarga enn einum felagi frá niðurflyting úr Premier Leaugue. Í ár er tað Crystal Palace, og í kvøld gekk tað út yvir Arsenal.


Heima á Selhurst Park var tað Andros Townsend, ið legði heimaliðið á odda 1-0 eftir eitt gott korter. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.


Stutt inn í seinna hálvleik royndi Arsenal at koma við einum mótsvari, og eitt nú vórðu Aaron Ramsey og Olivier Giroud settir á vøllin. Men lítið nyttaði.


Í 63. minutti gjørdi Yohan Cabaye tað til 2-0, og fimm minuttir seinni gjørdi Luka Milivojevic tað til 3-0 umvegis eitt brotsspark, sum 3. Arsenal-málverjin, Emiliano Martinez, hevði gjørt. 3-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið.


Hetta var fyrstuferð, at Arsene Wenger tapti ímóti Crystal Palace í Premier League. Arsenal verður verandi á 6. plássi við 54 stigum, meðan Crystal Palace nú hevur lyft seg seks stig upp um niðurflytingarstrikuna.