Pál tjóvstartaði

(Ljóðbrot) Pál kolldømdur fyri tjóvstart í 5 km 'open water' á EM 2014.

 

Tað hepnaðist ikki serliga væl hjá Páli Joensen, tá ið hann í dag luttók í 5 kilometra Open Water svimjing á evropameistarastevnuni 2014, sum er í Berlin.

 

Hann varð nevniliga kolldømdur fyri tjóvstart, aftaná í skundi at hava verið noyddur at skifta til svimjibuksur, tí at draktin hjá honum skrædnaði.

 

Tað sá annars ógvuliga gott út hjá Páli, upp undir startin. Hann var at rokna millum favorittarnar, tí hann er so skjótur í kappsvimjingarhyli, og tí at hann í mun til aðrar kundi geva alt í dag, meðan teir skulu luttaka á 10 kilometrum aftur í morgin.

 

Stemningurin var tí eisini góður á føroyska hópinum í Grünau, líka inntil draktin skrædnaði, um sama mundi sum høvuðsdómarin gav svimjarunum kravboð um at møta til start.

 

Pál hevði tí onga umhugsanartíð, men mátti skræða draktina av sær, og skifta til einar svimjibuksur sum tað var lutfalsliga væl lættari at sleppa í. 

 

Og so gekk eina løta, tá ið svimjararnir fingu síðstu boð frá dómaranum, og síðani fóru yvir at skula starta, har Pál kundi royna at fáa pulsin niður aftur.

 

Men tað bleiv so til tað, at hann tjóvstartaði. Ein rættiliga simpul feilur, sum vit kenna væl frá vanligu svimjingina, og sum tí svíður, nú.

 

Tá hjálpir lítið, at tað sá avbera gott út hjá Páli, hasar 800 metrarnar sum hann slapp at svimja, áðrenn fylgibáturin fekk steðga honum við boðunum um, at hann var kolldømdur.


Starturin í Open Water svimjing er ikki sum í vanligari kappsvimjing, at svimjararnir skulu standa stillir til teir hoyra eitt skot ella floyt. Her er tað í staðin eitt floyt per sekund tey síðstu 10 sekundini, og svimjarin kann so flyta seg áðrenn síðsta floytið, so leingi sum føturnar ikki hava slept plattinum áðrenn síðsta floyt. 

 

Pál greiðir í viðfestu ljóðfílu sjálvur frá hendingini.

 

Rókur í Jákupsstovu

 

Berlin