Pál Joensen skal klokkan 17:46 í dag dystast við teir sterkastu í heiminum í 1.500 metra frí svimjing. Sun Yang er stórfavorittur, men tykist ikki verða í besta forminum, sigur Jón Bjarnason.
Pál Joensen gjørdist nummar fimm í innleiðandi svimjingini og liggur á geil 2, millum Michael McBroom og Connor Jaeger. Tað kann vísa seg at verða ein fyrimunur, um Pál er sinnaður at berjast.
- Pál liggur væl fyri millum tveir mans, ið ætla sær at vinna heiðursmerki, men tað krevur, at Pál er sinnaður at kempa. At stríðast fyri sínum møguleika og ikki hugsa so nógv um teknikk og alt annað, sum fólk royna at fortelja honum, sigur fyrrverandi venjarin hjá honum, Jón Bjarnason.
Sun Yang úr Kina er stórfavorittur at vinna, men Jón Bjarnason metir, at hann er ikki so sterkur sum hann hevur verið.
- Kanska er Sun Yang ikki so góður, sum øll gera hann til. Eg helt ikki at hann sá so gott út í 800 metrum og áhugavert, at hann svimur so seint í innleiðandi 1.500 metrum. Hann hevur havt trupulleikar við privatlívinum og venjaranum, greiðir Jón Bjarnason og vísur á, at í Kina vilja tey verða við, at Sun Yang, sum venur í Avstralia, er ov nógv alment frammi.
Her er startlistin til svimjingina í dag:
Geil 1. Michael McBroom
Geil 2. Pál Joensen
Geil 3. Connor Jaeger
Geil 4. Sun Yang
Geil 5. Ryan Cochrane
Geil 6. Gregorio Paltrinieri
Geil 7. Jordan Harrison
Geil 8. Daniel Fogg
HM finalan í 1.500 metra frí byrjar klokkan 17.46 føroyska tíð. Møguleiki er at síggja svimjingina beinleiðis á millum annað Kringvarpinum og Eurosport.
Triði hálvleikur á Rás2 fylgir við HM-finaluni, og har verða eisini reaktiónir og annað at frætta úr Barcelona.










