Pál púra einsamallur

Vantandi virðing, at Kringvarpið ikki var á fremstu parkett í Berlin

Talan var um fantastiskt avrik hjá Pál Joensen í EM-kappingini. Men tað er í besta føri tekin um vantandi virðing, tá miðilin, sum hevur føroyska tjóðarbygging millum aðalsetningar sínar, ikki er við á fremstu parkett

 

Jú, eg veit væl, at tað er avmarkað við fíggjarorkuni hjá Kringvarpinum – og hjá privatu miðlunum fyri tað.

 

Men skulu vit nakran tíð tosa um eina einstaka ítróttahending, sum hevði uppiborið kostnaðin av ferðaseðlum og uppihaldi, so var tað altso EM-luttøkan hjá Pál Joensen.

 

Í kapping millum teir bestu í okkara heimsparti prógvaði vágbingurin, at hann ikki smæðist burtur millum teir størstu. Dupulta EM-silvurið er uttan sammeting størsta ítróttarbragdið, sum nakar føroyingur nakran tíð hevur staðið fyri, og sjálvandi fegnaðist samlaða føroyska tjóðin almikið.

 

Men myndirnar lótu vit Eurosport um, meðan bæði Útvarpið og Rás2 høvdu speakara heima í útvarpsstovuni. Við allari virðing fyri Oyggjaleikum, fótbóltslandsliðnum og øðrum við, so tykist tað sum løgin raðfesting, tá orkan ikki er til at fylgja fremsta ítróttamanni okkara í hansara størstu avbjóðingum. Tá áðurnevndu hendingar eru á skránni, skortar ikki at senda beinleiðis. Mest sum óansæð, hvar í heiminum dystast verður.

 

Sjálvandi hava Oyggjaleikir og fótbóltslandsdystir eisini stóran týdning fyri okkum føroyingar. Og vónandi fara vit eisini í framtíðini at lesa, síggja og hoyra nógv til tað, sum tá fer fram. Men tá føroyingar taka lut í EM- ella kanska HM-finalum, so má tað vera eitt treytaleyst krav til einasta public service stovnin, at øll tjóðin kann fylgja við frá fyrstu parkett!

Klumma í Soosialinum mánadagin 25. august

Jákup Mørk