Startlistin er nú klárur til Mare Nostrum stevnuna í Canet, 12. og 13. juni, har vit millum annað síggja at Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frí.
Føroyska luttøkan er rættiliga stór í Canet, við tað at har umframt Pál eisini luttaka tey 5 á føroyska EJM-landsliðnum, og teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen sum svimja fyri danir.
Á føroyska EJM-landsliðnum eru Victoria Wigant Eysturdal, Ásbjørg Hjelm og Alvi Hjelm úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.
Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frísvimjing, og 9. bestu í 400 metra frí.
Í 800 frí eru argastu kappingarneytar á pappírinum Damien Joly úr Fraklandi og Marc Sanchez Torrens úr Spania; men longri niðri á pappírinum eru eisini franski Anthony Pannier sum vann bronsu í 1500 frí í Canet í fjør, og danski Mads Glæsner.
Í 400 frí verður Pál sambært tilmeldingartíðunum ikki at síggja í finaluni, hóast hann nú leygardagin vann silvur í Monaco. Men tað kann broytast, tí frammanfyri Pál eru millum annað Mads Glæsner og spanski Victor Goicoechea, sum svumu væl spakuligari enn Pál í Monaco. Teir hava bara betri tilmeldingartíðir, frá stevnu áðrenn Monaco.
Út yvir Pál er tað nokk bara Magnus sum kann koma í finalu, við 13. bestu tilmeldingartíð í 50 metra ryggsvimjing. Har hava tey A og B finalur, so har skuldi verið rímiliga góður kjansur, nú eini 8 sleppa í hvørja.
Men tó so verður tað spennandi at fylgja við innleiðandi riðlunum eisini; tí har eigur Óli Mortensen til dømis føroysku juniormetini í 400 og 800 metra frí, Victoria Eysturdal føroysku juniormetini í 200 og 400 frí, og Ásbjørg Hjelm føroyska juniormetið í 50 bringu.
Føroysk luttøka á Mare Nostrum í Canet ...
Mikumorgun 11. juni frá kl 09:00 Canet tíð - riðlar
50 rygg: Magnus (#13)
50 frí: Victoria (#82), Eyðbjørn (#84)
400 frí menn: Pál (#9), Óli (#32), Frans (#36), Eyðbjørn (#43), Alvi (#59)
200 rygg: Magnus (#26)
100 bringa: Ásbjørg (#42)
400 blandað menn: Óli (#22)
200 frí: Victoria (#55), Ásbjørg (#60), Frans (#31), Eyðbjørn (#61), Alvi (#86)
Mikudag 11. juni frá kl 16:00 Canet tíð - finalur
Magnus kanska í 50 rygg, Pál kanska í 400 frí
Hósmorgun 12. juni frá kl 09:00 Canet tíð - riðlar
50 bringa: Ásbjørg (#38)
50 firvald: Eyðbjørn (#69)
800 frí menn: Óli (#20), Alvi (#35), Frans (#42)
400 frí kvinnur: Victoria (#37)
100 rygg: Magnus (#24)
200 bringa: Ásbjørg (#36)
100 frí: Victoria (#82), Frans (#93), Eyðbjørn (#102)
200 firvald: Óli (#28)
Hósdag 12. juni frá kl 16:00 Canet tíð - finalur
800 frí: Pál (#1)