Pál ikki í finaluni

Pál Joensen megnaði akkurát ikki at svimja seg í finaluna í 1.500 metrar frí

Pál Joensen verður tíverri ikki at síggja í finaluni í 1.500 metra frí til HM kappingina í Kazan í Russlandi.

 

Tað er staðfestingin, eftir at innleiðandi umførini í 1.500 metra frí blivu avgreidd í morgun. Tíðin hjá Páli var 14:58:52: Tað rakk til eitt níggjunda pláss, og tað er akkurát ikki nokk til at koma í finaluna.

 

Mykhailo Romanchuk, sum bleiv nummar átta, kom á mál minni enn eitt sekund áðrenn Pál Joensen.