Eftir móttøku í SMS í Havn fyrr í dag, var heimbygdin Vágur á skránni seinnapartin hjá Pál Joensen, eftir góðu úrslitini í Berlin her fyri. Boðað var frá móttøku í VB Húsinum klokkan 16:30, og tá klokkan nærkaðist ásettu tíð, var fult av fegnum suðuroyingum vesturi á Eiðinum í Vági.
Tá Pál kom í bili eftir vegnum, veitraðu børn honum vælkomnum, og komin í túnið uttanfyri VB Húsið kundi Pál fegin staðfesta, at uppmøtingini bilti onki. Tá hann steig úr bilinum, var fýrverk sent upp, og fólk heilsaðu honum við lógvabrestum.
Móttøkan inni í VB Húsinum kundi tó ikki byrja beinanvegin, tí Pál slapp ongan veg fyri fjepparum, ið vildu hava autograf.
Inni í stúgvandi fulla VB Húsinum beyð Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vælkomin, og heilsaði Páli við røðu. Hann segði millum annað, at Vágur nú og framyvir óivað fór at vera kendastur sum føðistaðurin hjá stóru ítróttarhetjuni Pál Joensen.
Sirið Stenberg umboðaði mentanarnevndina í Vágs Býráð, og fagnaði eisini svimjihetjuni og handaði gávu.
Marit Poulsdóttir umboðaði mentanarnevndina í Tvøroyar Býráð, og eisini hon fagnaði Páli Joensen og handaði blómur.
Jón Bjarnason, fyrrverandi venjari hjá Pál, helt røðu, og nevndi millum annað, at Pál er ein fyrimynd, sum avgjørt hevur havt ávirkan á tey, ið nú svimja.
Rókur í Jákupsstovu, Svimjisambandið, helt røðu, og nevndi øll tey avrik, ið Pál hevur staðið fyri hesi árini, hann hevur svomið. Og tað var av sonnum ein langur listi av flottum úrslitum.
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa fegnaðist um enn einaferð at fáa høvi at handa Páli eina gávu, tí hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at skipað hevur verið fyri stórfingnum móttøkum í Vági fyri stóru ítróttarhetjuni, sum fleiri eisini nevndu í sínum røðum.
Marlon Kjærbo, formaður í SuSvim, heiðraði kendasta svimjaranum í felagnum og handaði gávu. Eisini legði hann skemtiliga afturat, at Pál hesaferð skuldi sleppa undan at vera við í fløskuinnsavnanini, sum felagið javnan skipar fyri.
Pál takkaði rørdur fyri allan heiðurin og minti á, at hann ongantíð hevur kent seg kroystan fram av suðuroyingum, men at nógvi stuðulin hinvegin hevur hildið honum uppi.
So var kaffiborð og høvi at heilsa upp á Pál Joensen og familju hansara.









