Beint eftur at løgmaður var liðugur við sína setanarrøðu, handaði hann Pál ein gávu frá festivalinum.
Pál takkaði og segði, at løgmaður nokk ikki altíð hevði undurtøku í fólkinum. Samstundis segði Pál, at hann í øllum førum hevði góða undirtøku frá fólkinum í løtuni, so fyri tað kundi hann væl stillað upp til løgtingsvalið. Ein møguleiki, sum Pál Joensen tó ikki ætlar sær at royna, legði hann afturat.