Hóast hann akkurát ikki rakk heiðursmerkjaplássi, so var avrikið hjá Páli Joensen framúr, tá ið hann fyrr í kvøld var fjórði bestur í finaluni á 1500 metra teininum á stuttgeil í HM kappingini í Doha í Qatar.
Pál svam langa teinin skjótari, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt. Besta tíðin hjá honum undan degnum í dag var, tá ið hann í World Cup í Berlin í 2009 kom á mál í tíðini 14:32.15. Í kvøld var tíðin hjá Páli 14:26.54. Tað vil siga, at í kvøld var Pál meiri enn fimm sekund skjótari, enn hann áður hevur megnað.
Tølini siga, at talan var um framúr avrik. Ongantíð áður hevur nakrar norðurlendingur svomið 1500 metra teinin so skjótt, sum Pál Joensen megnaði í kvøld. Harvið setti Pál Joensen bæði føroyskt og norðurlendskt met.
Danski Mads Glæsner átti gamla norðurlendska metið, sum hann setti í EM í Istanbul í 2009. Tíðin hjá honum fyri fimm árum síðani var 14:26.76. Í kvøld fílaði Pál Joensen 22/100 av einum sekundi av gamla metinum.
Úrslit
1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14:16.10 (nýtt meistaramet)
2. Oussama Mellouli, Tunis, 14:18.79
3. Ryan Cochrane, Canada, 14:23.35
4. Pál Joensen, Føroyar, 14:26.54 (nýtt norðurlendskt met)
5. Gabriele Detti, Italia, 14:29.94
6. Jordan Harrison, Australia, 14:33.10
7. Michael Mcbroom, USA, 14:34.31
8. Richard Nagy, Slovakia, 14:35.50
9. Ziao Qiu, Kina, 14:39.41
Mynd: svimjing.com










