Pál: Ætlanin helt ikki

Pál Joensen er sum so ikki ónøgdur við avrikið í 1.500 metra frí HM finaluni í Barcelona í kvøld. Hann ásannar tó, at ætlanin hjá honum helt ikki heilt. Pál kom á mál sum nummar sjey.

 

Pál Joensen lá á geil 2 umringaður av Michael McBroom og Connor Jaeger, á ávíkavist geil 1 og geil 2.

 

-       Ætlanin var at geva amerikanarunum, sum lógu við síðuna av mær, harða kapping. Taktikkurin var at leggja hart út, tí teir eru tveir, ið ikki leggja hart út. greiðir Pál Joensen frá á heimsíðuni svimjing.fo

 

Tað kom óvart á Pál, at serliga Connor Jaeger alíkavæl legði hart út.

 

-        Eg var eitt sindur bilsin av, at Connor Jaeger legði so hart út, sum hann gjørdi. Eg ætlaði mær at liggja frammanfyri teir, so eg kundi koyra upp á tað. Men longu aftaná 400 metrar vísur tað seg, at tað byrjar at knípa, sigur Pál Joensen víðari.

 

Pál metir ikki, at formurin er rætti til tað slagið av svimjing, sum hann endaði við at svimja í finaluni.

 

- Eg vil ikki siga at formurin ikki er góður, men eg vil heldur siga, at formurin er ikki tann rætti til at leggja hart út og so fylgja við. So eg datt eitt sindur afturúr, men tað góða er at eg kláraði at halda tíðina hjá mær og kom á mál bara stutt seinni enn í gjár. Tað kann eg so brúka til nakað í framtíðini, sigur Pál víðari.

 

Ferðin var hg í finaluni og tað merkti Pál eisini.

 

-       Eg merkti longu aftaná 200 metrar av ferðin var høg og at hetta fór at pína – tað gjørdi tað eisini, men kanska ov nógv ov tíðliga, sigur Pál Joensen at enda.

 

Pál Joensen er sostatt sjeyndbesti svimjarin í heiminum á 800 metrum og 1.500 metrum.

Samrøðan, sum Rókur í Jákupsstovu hevur gjørt við Pál, kann síggjast við at trýsta HER.