Sum vanligur veljari hevur tú einki at siga, annað enn at seta tín kross á atkvøðuseðilin av og á. Í gerandispráti virkar tað altíð, sum tey flestu eru ónøgd við politikararnar. Undantøkini eru gjarna tey, sum eru virkin í onkrum flokki. Tey kunnu halda við tær, so leingi sum tú ikki skírir »teirra politikarar« at vera tápulingar.
Trupulleikin er bara, at eru allir politikararnir óbrúkiligir, so stendur lítið mætari til hjá veljarunum, sum ferð eftir ferð geva somu politikarunum atgongumerki til løgting, kommunustýri og hvat vit nú annars sleppa at velja til. Útskiftingin er lítil og eingin.
Spurningurin er, um veljarin yvirhøvur vil hava politikk. Gott dømi var nýggjasta veljarakanningin, ið gav samgonguni vind í seglini. Vanliga geva veljarakanningar andstøðuni framgongd, meðan samgongan rindar prísin fyri at sita við buktini og báðum endunum.
Kanska tað tiltalar veljarafjøldina, at vit endiliga hava eina samgongu, ið ikki akkurát er so øgiliga politisk? Kanska veljarin kennir seg aftur í hesum, at best er ongar avgerðir at taka og gera sum minst, tí so leingi tú einki gert, gert tú heldur einki býtt…
Nú er bara tvær vikur, so sleppur løgtingið í summarfrí. Hevði tað so bara verið so væl, at allir hesir politikararnir so eisini hildu frí – altso ordiliga hildu frí. Tað hevði verið fantastiskt, um vit bara fram til ólavsøku kundu sloppið undan øllum politiskum svassi!
E.S. Ólavsøkan er politisk jólaaftan, so nú eru øll spent eftir at vita, hvat verður í pakkanum hesa ferð.