Hesi seinnu árini hevur Smyril Line havt ein støðugan vøkstur í sølu av pakkaferðum, har familjur fara við bili við Norrønu. Serliga er tað til Danmarkar, at leiðin gongur, og í pakkanum, sum familjurnar hava keypt sær, er eisini uppihald á einum frítíðarmiðdepli ella einum summarhúsi. Tað er fyrst og fremst tann millum føroyingar so kenda Danland-ketan, ið fær vitjan av føroyskum familjum.
Lætt at ferðast
Hendrik Egholm sigur, at tað er sera stórur áhugi fyri at fara til serliga frítíðarmiðdeplarnar, og hann ivast ikki í, at ein av orsøkunum til hetta er, at hesir miðdeplar hava nógv at bjóða børnunum.
- Teir allarflestu hava antin ein svimjihyl ella eitt heilt baðiland, og so er ein rúgva av øðrum tilboðum til børnini. Tað kann til dømis verða spælipláss, trampolin, hoppipúta, klatriborg, djór og mangt, mangt annað, sigur hann.
Somuleiðis heldur Hendrik Egholm, at fleiri og fleiri velja slíkar pakkaferðir, tí tað tá er so ómakaleyst at ferðast bæði aftur og fram.
- Tú pakkar tær bilin heima við hús í Føroyum, koyrir umborð á Norrønu, og tá ið tú kemur til Danmarkar, koyrir tú eini 2 tímar til frítíðarmiðdeplin, har tú pakkar út aftur. Tað er ómetaliga ómakaleyst, og tú sleppur undan øllum stríðnum, sum tú annars hevur, um tú ferðast á annan hátt. Danmark er samstundis eitt bíligt land fyri føroyingar, og mong keypa stórt inn tá tey eru á ferð. Tá er bilurin hentur at hava við, og hettar spælir eisini inn.
Ferðast alt árið
Nakað annað, sum tey á Smyril Line hava lagt til merkis seinnu árini, er, at føroyingar í dag, í nógv størri mun enn fyrr, ferðast uttan fyri háárstíð. Serliga er tað um páskirnar og um heystið, at nógvar føroyskar familjur leita av landinum í áðurnevndu frítíðarmiðdeplar.
- Vit hava í nøkur ár bjóðað pakkaferðir til eitt nú Danland í Blokhus á páskum, og tað hevur verið serstakliga væl móttikið. Tað hevur verið ein hópur av føroyingum á hesum miðdeplum um páskirnar í fleiri ár, greiðir Hendrik Egholm frá og leggur afturat, at tað væntandi eru lágu prísirnir sum gera, at so nógvar føroyskar familiur vejla at halda páskir í Danland. Hann vísir eisini á, at veðrið kann verða heilt gott í Danmark og hinum skandinavisku londunum á páskum. Í ár liggja páskirnar mitt í april, og tá er várið longu byrjað í Danmark.
Eitt annað, sum tey á Smyril Line hava lagt til merkis, er, at nógvar familjur venda aftur. Tað vil siga, at hesar familjur ár um ár fara á slíkar ferðir.









