Klaus Kiesewetter kenna mong. Hann er týskari, men hevur búð i Føroyum í eini 19 ár. Í løtuni býr hann í Keypmannahavn. Í Føroyum er hann kendur sum maðurin handan lýsingarvirksemi, film og annað.
Seinnu árini hevur hann ferðast víða. Starv hansara sum ferðaleiðari og fyrilestrahaldari umborð á ferðamannaskipum førir hann víða.
Ísur
Hóast yvirskriftin við pakkísi og pakkhúsi mest er orðaspæl, meira enn veruleiki, so er hetta ikki heilt av leið, tá fyrilesturin og ljósmyndirnar í Stóra Pakkhúsi hóskvøldi skulu lýsast.
Søguliga og rámandi greiddi Klaus frá, afturvið framúr góðum og hugtakandi ljósmyndum. Evnið var seinasta ferð hansara. Hon var við ferðamannaskipinum Bremen frá Argentina til Antarktis frá november til februar. Fuglar, ríkt djóralív, gamlar hvalastøðir og nútíðin. Og kuldi og ísur og serstøk náttúra. Frá fyrstu sjógørpunum, ið sigldu nýggjar leiðir, til ferðina við marglætisskipinum Bremen.
Ein heit frásøgn úr kuldanum á Suðurpólinum var tað, ið Klaus borðreiddi við.
Eini hálvthundrað fólk høvdu leitað sær í Stóra Pakkhús hóskvøldið, og tað er eingin loyna, at tað kann viðmælast fólki at leita í Norðurlandahúsið í dag, tá Klaus Kiesewetter aftur sigur frá ferð síni, tí fleiri fyrilestrar eru ikki á skránni á hesum sinni.
Sosialurin hevur komandi leygardag størri grein um ferðina, fyrilesturin og prát við týska føroyingin, ið siglir heimsins høv, bæði heit og køld.










