Pakistanskir hermenn skutu eftir NATO-tyrlum

Amerikonsku álopini á marknaleiðini geva yvirgangsmonnunum vind í seglini, sigur pakistanski forsetin

NATO-leiðslan í Afghanistan hevur váttað, at tað bleiv skotið eftir nøkrum NATO-tyrlum á marknaleiðini millum Afghanistan og Pakistan, men leiðslan heldur uppá, at tyrlurnar vóru afghonsku megin markið.

Tað er ikki rætt, siga pakistonsku myndugleikarnir. Teir hava eisini váttað, at skotið varð eftir NATO-tyrlunum, men siga, at tyrlurnar komu inn um pakistanska markið, og at hermenninir tí skutu ávaringarskot eftir teimum.

Amerikanskir embætismenn royna at doyva orðalagið og tíðindini um tilburðin. Ein talsmaður hjá verjumálaráðnum Pentagon segði í nátt, at talan var um eitt hendiligt mistak.

Pakistanski forsetin, Asif Ali Zardari, segði í New York í gjár, at Pakistan kann ikki góðtaka, at fremmant hervald kemur inn um landsins mark. Hann segði eisini, at amerikonsku álopini á mál pakistonsku megin markið við Afghanistan koma yvirgangsmonnunum væl við og eru við til at økja mótstøðuna ímóti USA og tess sameindu.

-Nógvir pakistanar spyrja, um teir standa einsamallir í bardaganum ímóti yvirgangi, segði forsetin, sum er á ST-aðalfundi í New York.