Pakistan visti hvar bin Laden fjaldi seg

Myndugleikarnir í Pakistan vistu, hvar yvirgangsleiðarin Osama bin Laden fjaldi seg, til servandir amerikanskir hermenn funnu hann og gjørdu av við hann. Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Leon Panetta, í einari samrøðu við sjónvarpið CBS News, sum verður send í morgin.

Sambært Panetta hava fregnartænastufrágreiðingar staðfest, at pakistanskar hernaðartyrlur flugu uppi yvir húsunum, sum bin Laden fjaldi seg í.

-Eg havi altíð havt eina kenslu av, at onkur visti, hvar bin Laden var, og hvat hendi rundan um hús hansara, sigur ráðharrin í samrøðuni. Hann leggur afturat, at júst tí valdu amerikanararnir ikki at siga pakistanum, at teir ætlaðu at leypa á.

-Vit vóru bangnir fyri, at bin Laden fór at frætta um ætlan okkara, um vit kunnaðu Pakistan fyrst, sigur Leon Panetta. Hann ásannar tó, at hann hevur ikki haldgóð prógv fyri, at Pakistan visti, hvar leiðarin í al-Qaeda fjaldi seg.