Pakistan fyrireikar svar

Pakistanska stjórnin lovar at geva teimum hernaðarligu bólkunum eitt hóskandi svar upp á ta ógvusligu atsóknina at Merriott-hotellinum

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av teirri ógvusligu bumbuatsóknini at Merriott-hotellinum í Islamabad um vikuskiftið, tá 53 fólk lótu lív, og meiri enn 260 vórðu særd. Rehman Malik, sum er ráðgevi hjá stjórnini í innanríkisviðurskiftum, er kortini ikki í iva um, at tað var annaðhvørt Taleban ella al-Qaeda ella kanska bæði í felag, sum skipaðu fyri atsóknini.

-Atsóknir av hesum slagnum hava altíð bent okkum á leiðirnar á markinum millum Pakistan og Afghanistan, sigur hann við bretska kringvarpið BBC. Í hesum økinum er tað ógvuliga avmarkað, hvat teir pakistonsku myndugleikarnir hava at siga, og tí hava tær víðgongdu rørslurnar næstan frítt at fara har. Men nú lovar pakistanska stjórnin at fremja neyðug hernaðarlig átøk í marknaøkinum sum svar upp á bilbumbuatsóknina um vikuskiftið.

 

Var ikki málið

Tað eru tey,sum halda, at tann sterka spreingingin var als ikki ætlað Merriott-hotellinum. Pakistanski forsætisráðharrin, Yousuf Raza Gilani, sigur við pakistanska blaðið The Dawn, at tað upprunaliga bumbumálið var forsætisráðharrabústaðurin, har fleiri av landsins fremstu politikarunum sótu og ótu døgurða, tá spreingingin var.

Men trygdartiltøkini gjørdu, at bumbumaðurin slapp ikki til bústaðin hjá forsætisráðharranum, og tí snaraði hann lastbilinum og rendi hann inn í portrið uttan fyri hotellið, har hann sprongdi 600 kilo av spreingievni í luftina.

Gilani, forsætisráðharri, sigur, at herurin fer at svara álopinum, men at teir, sum vilja lata myndugleikunum síni vápn, fáa høvi til tess uttan rættarsókn. Hann sigur eisini, at avvarandi hjá teimum, sum doyðu í atsóknini, fáa fíggjarliga hjálp frá tí almenna. Tey særdu fáa eisini, men minni.

 

Leita eftir dana

Nakrir danir vóru á Merriott-hotellinum, tá spreingingin var, og ein teirra er ikki komin afturíaftur. Uttanríkisráðið í Keypmannahavn hevur váttað, at talan er um ein mann, sum arbeiddi fyri fregnartænastuna hjá donsku løgregluni, PET, og at hann var í Pakistan og hjálpti sonsku sendistovuni har við trygdarviðurskiftum.

Danski sendiharrin í Pakistan, Anders Hougård, segði við kringvarpið DR í morgun, at fólk hjá sendistovuni leita framvegis eftir tí horvna manninum. Sendiharrin segði, at umleið 250 sjúkrahús eru í økinum, og at leitað verður allastaðni.

Donsku fjølmiðlarnir søgdu í morgun, at tað eru ógvuliga smáar vónir um at finna tann horvna PET-mannin á lívi.