Tað eru ikki mótmæli ímóti grindadrápi, sum hava fingið heimskenda leikstjóran, Steven Spielberg, at sleppa ætlanini at taka film upp í Føroyum
Tað er einki hald í tí, oddamaðurin í Sea Shepherd, førir fram.
Tað staðfestir Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum.
Í gjár bórust boðini um, at ætlanin hjá heimskenda filmsleikstjóranum, Steven Spielberg, at taka film upp í føroyum, var slept.
Paul Watson lá ikki á boðunum og í dag tekur hann sær heiðurin av, at ætlanin er slept, tí hann vísir á, at 50.000 fólk hava sent framleiðslufelagnum, Dreamvorks, mótmæli ímóti grindadrápi, og at tað hevur fingið tey at bakka.
Men Guðrið Højgaard sigur, at tað er einki hald í hesum yvirhøvur. Tað vóru eina og aleina sparingar, sum fingu tey at sleppa ætlanini at taka upp, bæði í Føroyum og í fleiri øðrum londum við.
Hon sigur, at tað kemur ikki óvart á hana, at Paul Watson roynir at draga grindadráp upp í. Men hon staðfestir samstundis, at páhaldið hjá honum dettur púra til jarðar.
- Føroyar er ikki einasta landið, sum er tikið burtur úr verkætlanini, sigur Guðrið Højgaard.
Hon sigur, at tey hava kunnað Dreamworks um støðuna í Føroyum viðvíkjandi grindadrápi.
Les eisini: Watson ræddi Spielberg
Umboð fyri Dreamworks hava verið í Føroyum fimm ferðir, og tey hava gjørt greitt, at grindadráp er ikki ein trupulleiki yvirhøvur.
Hon sigur, at tað er ikki soleiðis, at feløg av hesum slagi arbeiða.
- Var hvalaveiða ein trupulleiki, hevði Ísland ikki havt eina filmsvinnu, stjórin í Ferðaráðnum
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Guðrið Højgaard greiða frá, hvussu lítla ávirkan, grindadráp hevur á okkara ferðavinnu og á hugin at koma til Føroya, hóast tey av og á fáa rættiliga ódámlig mótmæli










