Pætur vann B-finaluna

Oyggjaleikir: Í einstaklingakappingini í tennis megnaðu bæði Pætur M. Dahl og Jón Brekku at koma millum teir síðstu 16 spælararnar, men máttu har lúta fyri spælarum av ávikavist Jersey og Guernsey.

Teir bestu í kappingini fóru so sjálvandi víðari til fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalu, men tapandi spælararnir í áttandapartsfinalunum hava nú spælt eina B-kapping fyri at finna útav, hvør var bestur av teimum næstbestu.

Har er tað í morgun eydnast Pæturi M. Dahl at vinna finaluna, ið má sigast at vera eitt gott plástur á sárið hjá føroysku tennisspælarunum, sum hava verið í eini kapping við nógvum sera sterkum spælarum.

Nevnast kann sum dømi, at tá besti juniorspælarin í Bretlandi hevði spælt sínar fyrstu fýra dystir í kappingini, hevði hann bara vunnið ein!