Pætur Petersen skal spæla í Íslandi

Pætur J. Petersen skal aftur spæla í gulum og bláum og hevur skift HB út við KA Akureyri

Føroyski landsliðsspælarin, Pætur J. Petersen, hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála, sum kann leingjast til trý ár, við KA Akureyri í Íslandi. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag. Pætur Petersen er uppvaksin í B71, sum eins og KA Akureyri spælir í gulum og bláum.

 

Fyri stuttum royndarvandi skálvíkinguirn við Esbjerg í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Síðani fór hann til Íslands at royndarvenja við KA Akureyri. KA bleiv nummar tvey farna kappingarár og skal spæla í Evropa á fyrsta sinni síðani 2003. Tað hevur talt upp, at Pætur Petersen hevur royndir í altjóða fótbólti við HB og nú eisini A-landsliðnum.

 

Hann fekk í fjør sítt stóra gjøgnumbrot. Tað bleiv eisini til tvær landsliðsúttøkur og debut á landsliðnum. Pætur Petersen er 24 ára gamal og skiftir frá HB til KA Akureyri. Tveir føroyskir landsliðsleikarar eru á hondbóltsliðnum hjá KA. Teir eru Allan Norðberg og Nicholas Satchwell. Í Íslandi fevna ítróttarfeløgini um fleiri ítróttir.