Pætur og AMO mistu sigurin í seinastu løtu

Fyrsti stigamissurin er veruleiki hjá AMO í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO í næstbestu svensku hondbóltsdeildini vóru fyri fyrsta stigamissinum hetta kappingarárið, tá teir á heimavølli leiktu javnleik 30-30 móti Varberg.

 

Um dramatiska dystarendan sigur Pætur: - Vit eru tvey mál frammanfyri tá tríggir minuttir eru eftir, men brenna okkara málmøguleikar og teir skora til 30-30. Vit fáa eitt brotskast eftir at dysturin er liðugur, men okkara skjútti rakar yvirleggjaran og út. Harvið endar dysturin við javnleiki 30-30. Varberg er eitt stig frammanfyri okkum á fyrsta plássi, men teir hava leikt ein dyst meir enn vit, greiðir Pætur frá.

 

Pætur stóð aftur væl í verjuni í dag, og hann vann liðið sínum fimm brotskøst, men hann var ikki millum málskjúttarnar hjá AMO í dag. 

 

AMO er triðfremst í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir.

 

Týskvøldið 18. oktober spælir AMO móti Vinslöf á útivølli.