Pætur og AMO komu á sigursslóðina aftur

AMO vann á heimavølli samstundis sum argastu kappingarneytirnir taptu á útivølli

Aftaná at hava mist trý stig undanfarnu tveir dystirnar komu Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO aftur á sigursslóðina í næstbestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

AMO vann á heimavølli 27-21 á Västerås. Í steðginum var AMO á odda 13-8.

 

Pætur var aftur ein klettur í verjuni í kvøld, og tað eydnaðist honum eisini at skora tvey mál í kvøld.

 

Pætur heldur fyri í stuttari viðmerking, at teir í AMO altíð byrja illa í hvørjum hálvleiki. Hann fegnast um sigurin, men heldur, at spælið kundi verið betri hjá AMO.

 

Samstundis sum AMO vann tapti argasti kappingarneytin í uppflytingarstríðnum, Karlskrona 27-28 (13-11) móti Vinslöv á útivølli.

 

AMO er oddalið í deildini við 34 stigum. Karlskrona hevur 32 stig á øðrum plássinum, men teir hava spælt ein dyst meira enn AMO.

 

Sunnudagin tekur AMO móti Vinslöv á heimavølli.