Pætur Mikkjalsson fer til svenskan hondbólt

Pætur Mikkjalsson fer at spæla í næstbestu deildini í Svøríki

Pætur Mikkjalsson sum endaði kappingarárið í H71 aftaná fyrst at hava roynt seg í KA í Íslandi fer nú til Svøríkis at royna seg.

 

Um skiftið skrivar Hilmar Jan Hansen m.a. á h71.fo: - 24 ára gamli strikuspælarin fer til svenska felagið Amo Handboll, sum er heimahoyrandi í suðursvensku bygdini Alstermo, ið telur 900 íbúgvar. Amo Handboll spratt í 2016 úr lokala felagnum, Alstermo IF, við tí fyri eyga at menna elituhondbólt. 

 

 

 

At tey í Amo Handboll ikki ætla sær einki, sæst aftur í hópinum, har Pætur verður fimti landsliðsspælarin. Hinir eru Minik Dahl Hoegh úr Grønland, Gusten Montonen úr Finnlandi, Maximilian Binderis úr USA og Evon Mohlin, sum hevur verið úttikin til venjingarlegur hjá hollendska landsliðnum.

 

HER ber til at lesa alla greinina.