Pætur Marjunarson Dahl vann í dag 6-1, 7-5, á Jón Brekku í FM finaluni í tennis. Sostatt er Pætur M. Dahl FM vinnari í tennis 2013.
Hóast undirlagið var nakað vátt, so var avgjørt at spæla finaluna klokkan 11 í dag. Pætur Marjunarson Dahl legði hart út og vann fyrsta sett 6-1.
- Eg lagði hart út og fekk servuna at rigga og sló ígjøgnum, men í øðum setti ger Jón færri feilir og tað blívur ein tættur og spennandi dystur, sigur Pætur M. Dahl.
Í øðrum gongur leingi javnt á og tað endar við, at Pætur vinnur 7-5. Sostatt er landsliðsvenjarin, Pætur M. Dahl, FM vinnari í tennis 2013.










