Hetta eru eisini spennandi evropeiskir dagar hjá Pæturi J. Petersen og Klæminti A. Olsen.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir móti FC Keypmannahavn í øðrum umfarinum í Champions League kappingini.
Megnar Breiðablik at vinna samlað á FCK skal Breiðablik spæla tveir dystir móti kekkiska stórliðnum, Sparta Prag.
Um Breiðablik tapir fyri FCK, so skulu teir í Europa League undankappingini spæla móti antin Slovan Bratislava úr Slovakia ella Zrinjski úr Bosnia Hersogovina.
Komandi hóskvøld klokkan 19 taka Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA móti írska liðnum, Dundalk í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini.
Megnar KA at vinna ein samlaðan sigur á Dundalk, so møta Pætur og liðfelagarnir belgiska stórliðnum, Club Brügge í triðja undanumfarinum.