Pætur breyt framtonnina tá AMO enn einaferð sigraði

AMO hevur 13 stig fyri sjey teir fyrstu dystirnar í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Pætur Mikkjalsson tekur nógv tøk í verjuni hjá AMO í næstbestu svensku hondbóltsdeildini, og tað kostar viðhvørt.

 

Í dag breyt Pætur eina framtonn, ið sjálvandi er ein strika í rokningini. Men annars gjørdist aftur talan um ein sigur til AMO, ið vann 30-24 á Kungälv á heimavølli.

 

Kungälv byrjaði dystin betur, og tað gekk ein løta áðrenn AMO fekk skil á í verjuni og í álopinum. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Í seinna hálvleiki var AMO tó greitt omaná.

 

AMO er næstfremst í deildini við 13 stigum fyri sjey dystir, eitt stig aftanfyri oddaliðið, Karlskrona sum hevur 14 stig.

 

Komandi fríggjakvøld spælir AMO á útivølli móti Skånela, ið er triðfremst í deildini við 10 stigum.