Pætur átti avgerandi leiklut

1. DEILD: HB vann trivaligan sigur í grannauppgerðini á Tórsvølli í kvøld

B36 og HB hittast tvær ferðir um vikuskiftið. Í annaðkvøld klokkan 8 eigur HB heimavøll, tá ið bestu liðini hjá grannafeløgunum bresta saman, og í kvøld var tað B36, sum átti heimavøll, tá ið næstbestu liðini dystaðust á Tórsvølli.

 

Í kvøld vann HB 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til HB. Fýra minuttir undan steðginum var tað Leivur Fossdal Guttesen, sum legði heimaliðið framum.

 

Eftir steðgin var tað Pætur J. Petersen, sum átti høvuðsleiklutin. Pætur plagar at vera á listanum hjá besta liðnum, har hann higartil í ár fyri tað mesta hevur verið innskiftari. Í kvøld var hann allan dystin á tamb á vøllinum, og hann átti avgerandi leiklut, tá ið hann í seinna hálvleiki skoraði tvey mál og harvið økti um HB leiðsluna til bæði 2-0 og 3-0. Fyrra málið skoraði hann í 58. minutti, og seinna málið skoraði hann í 68. minutti.

 

Innskifti Marius Allansson Árting minkaði um munin til 3-1, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Hetta var fyrsta ferðin, at 17 ára gamla Marius var málskjútti í næstbestu deildini.

 

HB hevur spælt tveir dystir - tapt 5-2 á heimavølli ímóti Víkingi og í kvøld 3-1 sigur á útivølli ímóti B36.

 

B36 hevur spælt tríggjar dystir, og árstalsfelagið eigur framvegis á at vinna fyrsta stigið. Í fyrsta umfari tapti B36 2-0 á heimavølli ímóti TB, í øðrum umfari endaði tað við 5-0 tapi í Fuglafirði, og í kvøld eydnaðist tað at skora fyrsta málið, men B36 tapti 3-1 ímóti HB.

 

Sambært skránni skuldi næstbesta liðið hjá 07 Vestur í kvøld spæla á útivølli ímóti B71, men tann dysturin varð útsettur orsakað av vánaligum veðri.