Pávin vil banna deyðarevsing

Í einari røðu í dag bað Benedikt pávi 16. øll lond í heiminum banna deyðarevsing. Í hesum døgum er ein stór ráðstevna í Rom, har embætismenn úr fleiri londum viðgera ymsar spurningar í sambandi við deyðarevsing.

-Tað er mín vón, at tiltøk sum hetta fara at ávirka myndugleikarnar í enn fleiri londum til at banna deyðarevsing, segði pávin í einari viðmerking til ráðstevnuna.

Higartil hava 139 lond sett forboð fyri deyðarevsing, men í 58 londum er hon framvegis í gildi. Í fjør vóru tað kortini bara 23 av teimum 58 londunum, sum brúktu revsingina í verki, verður sagt úr Rom.