Ein krabbameinssjúkur maður í Avstralia fekk sín seinasta ynski uppfylt, tá hann slapp at heilsa upp á pávan Fyrrverandi avstralski løgreglumaðurin Gary Hills hevði eitt seinasta ynski, áðrenn hann fór hiðani, og tað var at hitta Benadikt páva, sum hevur virjað í Avstralia teir seinastu dagarnar.
Pávin játtaði at hitta tann deyðsjúka mannin, og mikudagin var Gary Hills fluttur á børu til pávan, sum vælsignaði hann. Í hesum sambandi fekk pávin eitt tilboð um at hava løgregluhúgvuna hjá Gary Hills á høvdinum. Pávin tók av, men hann var skjótur at taka løgregluhúgvuna av aftur høvdinum.
Í dag doyði Gary Hills. Men hann fekk sítt seinasta ynski uppfylt.