Frans pávi er nú fyrsti pávin, ið hevur stuðlað skrásettum parlagi millum samkynd.
Boðini frá pávanum komu í dokumentarfilminum "Francisco", sum í gjár varð frumsýndur á filmsfestivali í Rom.
Miðskeiðis í filminum ger Frans pávi tað, sum eingin annar pávi hevur gjørt higartil, og tað er at vísa sín stuðul til samkynd parløg, ið eru løgfrøðiliga góðkend.
– Samkynd fólk hava rætt til at vera í einari familju. Tey eru guds børn, segði Frans Pávi.
– Tú kanst ikki tveita nakran úr familjuni, ella gera lív teirra ólukkuligt av hesum. Tað, sum vit mugu hava, er lóg um skrásett parlag. Á tann hátt verða tey løgfrøðiliga vard, segði pávin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jorge Mario Bergoglio, sum pávin upprunaliga eitur, hevur borið fram stuðul til skrásett parlag. Meðan hann var erkabiskuppur í Buenos Aires í Argentina, hevði hann sambært tíðindastovuni AP sagt, at hann stuðlaði skrásettum parlagi fyri samkynd sum eitt alternativ fyri borgarligari giftu. Frans pávi hevur kortini ikki greitt frá hesari støðuni, meðan hann hevur sitið sum pávi - til nú.
Vatikanið hevur áður gjørt greitt, at samkynd skulu viðfarast við virðing í kirkjuni, men at katólska kirkjan kann á ongan hátt góðtaka "samkyndan atburð" ella parløg millum samkynd. Tann niðurstøðan varð skjalfest av Joseph Ratzinger kardinali, sum nøkur ár seinni gjørdist Bænadikt pávi.
Tað er ikki heilt greitt, nær upptøkurnar av pávanum eru gjørdar, og leikstjórin handan dokumentarfilmin, Evgeny Afineevsky, vil ikki siga, nær tær eru gjørdar.
Tað er heldur ikki greitt, hvørt ætlanir eru, at støðan hjá pávanum skal gerast katólsk doktrina ella ei.










