Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tað ber bara ikki til at hava lisið dagbløðini ella hoyrt tíðindini seinastu vikurnar, og nú ikki vera vitandi um katólska barnasvínaríið.
Sum so nógv onnur í Føroyum eri eg ikki katolikkur. Ja, sum so nógv onnur eri eg opinberiliga ikki ein góður kristin, ella so mikið sum ein sámiligur ein — gangi ikki í kirkju, haldi mín bisp vera eina líkagyldiga nissu við imponerandi fáum meiningum og steinstappaður við túnatosi, hati forboð og trúgvi ikki upp á einglar, sálir og veðurlagsbroytingar, ið fólkakirkjan annars himmalsfegin vil ringja fyri. Ikki tí, um nakar skal ringja fyri tí, ið ikki er, hvør tá annar enn kirkjan?
Sostatt er lívið sum limur í luthersku fólkakirkjuni ikki so herligt. Men hey! Tað kundi verið verri. Eg kundi verið katolikkur.
Tað má jú vera óliviliga trupult at vera katolikkur í dag; at desperat halda fast við trúnna. Ikki sleppa takinum.
Í besta føri kanst tú ikki annað enn bert látast at virða eina trúgv, tú innast inni veitst, so hatar teg. Ein trúgv, sum heldur vil hava teg doyggja í barnsburði enn barnsburðarslit—og tí heldur ikki vil hoyra um gitnaðarforðing. Ein trúgv, sum hatar samkynd hóast hon rúmar fleiri homoseksuellar prestar enn Uttanríkisráðið deildir. Ein trúgv, sum tosar ignorant tvass um HIV og AIDS og heldur vil hava miljónir av fólki doyggja í Afrika enn lata tey brúka hít. Ein trúgv, ið barasta ikki fær seg at viðurkenna tað fakta, at nakrir av teirra limum heldur vilja hava sex við børnum enn dyrka sín Gud. Ein trúgv, ið yvirhøvur hevur tað ófatiliga trupult við at umbera mistøk; og tá ið hon so ger tað, er bara so sein, so sein.
Eg meini, tú veitst, einaferð kann tað vera nokk—tímir tú bara ikki at halda fast. Hvørt einsæris kann ikki eitt av hesum ákærupunktum verjast. Men samlað, kollektivt, eru tey oman fyri alla fatan.
Ein trúgv grundað á sentralan myndugleika og lýtaloysi má skilja, at ikki beinanvegin fordøma barnaneyðtøku, er tað sama sum at loyva henni. Rætt, írar fingu hatta brævið frá pávanum fyri nøkrum vikum síðani, men hetta var ein ússaligur dropi í einum havi gjørt til eitt díki. Barnaneyðtøka hevur verið ein partur av katólska tapetinum, ikki bert í Írlandi, men Amerika, í Italia, í Eysturríki, í Týsklandi, í Spania, í Sveis, í Hollandi, í Brasilia, í Danmark—higartil.
Bænadikt tann sekstandi er nú persónliga skuldsettur fyri, vitandi og við vilja, ikki at gera nakað við handa seriupedofilin, faðir Lawrence Murphy, sum arbeiddi í einum deyvaskúla í Wisconsin frá 1950 til 1974, har hann ætlandi hevur misnýtt 200 deyvar dreingir.
Tað verður hevdað, at Murphy kom sær undan rættvísi eftir eina rættstundis uppílegging frá kardinal Ratzinger, nú pávin. Eg veit ikki hvat tú heldur um slíkt, men hetta fær meg at fara í bað, í umleið 3 vikur. So mikið fyri kristni, meðni!
Murphy var fluttur til eina aðra sókn í 1974, og brúkti hansara seinastu tvey tíggjuáraskeið uppá at arbeiða við børnum. Hann doyði í 1998, enn í sínari prestaflippu.
Álvarablaðið The New York Times hevur dokumenterað, hvussu erkabiskupur Rembert Weakland tvær ferðir skrivaði til Ratzinger, og bað hann um at døma Murphy frá kjóla og kraga. Ratzinger svaraði ikki aftur, og Murphy helt á við at framhaldsmogga óvitar.
Ókey, har var ein kirkjurættur, men hesin steðgaði, tá ið Murphy totalt hjartaskerandi greiddi frá, at hann, ja, angraði alt, og at heilsan var farin at bila.
Hetta stinkar. Og tað ger hatta skjalið frá 1962, sum Ratzinger dagførdi í 2001, tá ið hann var doktrinsovasti í Vatikaninum, eisini.
Tað snýr seg um prestar ákærdir fyri kynsligt samband við børn. Ávísingarnar frá 2001 ljóðaðu: “Mál av hesum slag eru undirgivin pávalig loyndarmál”.
Samtíðis, í München, varð faðir Peter Hullermann dømdur sekur í at hava gjørt seg inn á dreingir í 1986. Offur og avvarðandi hava gramt seg um, at endurvendandi ávaringar um misnýtslu vórðu skúgvaðar til viks í fleiri áratíggju. Og nú var tað einaferð soleiðis, at í 1980, um hetta leitið, var pávin altso erkabiskupur í München, og hevði tí evstu ábyrgd av erkabiskupsdøminum, har Hullermann fekk eina dagalanga viðgerð fyri pedofili fyri síðani at blíva fortaldur, at hann nú kundi ganga fram við góðum treysti, og annars bara arbeiða hart, biðja nógv og, ja, “so einki við at hanga myndir í plakatstødd av lekrum smádreingjum upp í kamarinum, ókey”.
Núverandi erkabiskupur í München segði seinast í farna mánaða, at “vánaligar avgerðir” blivu tiknar, men at tænastufólk undirgivin Ratzinger høvdu tikið tær. Fari eg ikki heilt skeivur, haldi eg, at hatta er tað, vitonnur kalla “at geva onkrum øðrum svartaper”!
Tíanverri, fyri Ratzinger, kann New York Times vísa á eitt skriv, ið ósvitaliga prógvar, at tað var komandi pávin, sum ikki bert var fundarstjóri hin 15. januar 1980, tá ið nevndi prestur slapp at flyta til hansara dømi, men at hann eisini var kunnaður um fylgjandi flytingar... skuldu slíkar gerast neyðugar.
Har er í yvirflóð av slíkum dømum. Søgur um hvussu prestar hava misnýtt samfelagsins mest viðkvæmu er nú so vanligt, at vit ikki longur kløkkast av hesum.
Eg veit, at nógvir prestar, kanska enntá teir flestu, eru siðilig og heiðurlig fólk, men hetta nyttar einki. Tí tá ið ovastin fyri tveimum milliardum katolikkum persónliga er blandaður upp í slíkt drasl, er tíðin komin at venda katólsku trúnni bakið. Tað hevði eg so gjørt, hevði eg verið eitt subjekt hjá einum pedofil-stuðlandi páva.
Átrúnaður, allur átrúnaður, ikki bara katolisisma, sigst vera góður fyri “sálina”, men alt sum eg havi skrivað um her, dálkar mína. Hvussu kanst tú taka tímar í moraliteti frá fólki, tú fært vaml av?
Men hvat kann fáa fólk, líka frá Keypmannahavn til Lima, at koma við teim mest merkverdigu undanførslunum fyri eini altjóða revsiráðagerð at verja vaksin, sum hava seksuelt samband við børn?
Ikki skynsemi. Ikki prógv. Nei. Men um fólk velja tað beint øvuta, átrúnað, tá riggar tað. Nøkur eru faktisk so nasadjørv at krevja “virðing” fyri pávanum, tá ið hann heldur átti at verið á eini politistøð trúliga tráspurdur um hansara leiklut at myrkaleggja, og hervið loyva neyðtøkuna av børnum.
Ímynda tær um hetta hendi í Dagstovninum á Argjum. Ímynda tær, at eg fann útav, at ein pedofilringur stýrdi teirra vøggustovu, og leiðarin kom við hóttandi harraboðum um, at hann skuldi kannast innahýsis og “í trúnaði”, sjálvandi.
Ímynda tær, at leiðarin tá bert hússjaði pedofilarnar avstað til eina aðra vøggustovu í Tórshavnar kommunu, og eg góðtók tað, og fekk børnini at undirskriva eitt tagnarlyfti.
Tá høvdu bæði leiðarin og eg, og rættliga so, endað í brummuni. Kortini, av tí at átrúnaður er uppií, broytast spælireglurnar. Jú, eg skilji væl, at nøkur gerast kedd av at síggja eitt skapilsi, tey sum børn hava lært at æra, verða fyri rationellum forhoyri, ella hildin fyri tað turra spott, ella brotsliga eftirkannað.
Men øll hava hugskot, tey halda vera dýrabær. Bert átrúnaðarfrikurin krevur at verða vardur ímóti kjaki ella nærkvæmsligari kanning, ið kanska fer at nerva hann.
Um tú ikki orkar at hoyra tíni átrúnaðarligu skapilsi verða lastað og láturliggjørd, um tú heldur Ratzinger vera hinumegin lógina, akkurát sum tey kongaligu, tá átti eitt andaliga rættvorðið samfelag sagt hetta við teg: “Men sig tað so við dómaranan, góði!”