Følsk tíðindi hava sín uppruna úr Edens hava, og neyðugt er at berjast móti slíkum orma-tatikki. Tað sigur Frans pávi, ið hevur viðgjørt evni í einum nýggjum bólkingi í samband við altjóða samskiftis dagin hjá katólsku kirkjuni 13. mai. Tað skrivar bretski tíðindastovnurin BBC.
Sambært pávanum, so var løtan, tá ormurin freistaði Evu at eta forbodnu fruktina í Edens hava, fyrsti tilburðurin av følskum tíðindum í Bíbliuni. Tilburðurin vísir eisini álvarsomu avleiðingunum, ið følsk tíðindi kunna hava.
- Vit mugu avdúka tað, ið kann kallast orma-tatikkur og verður brúktur av teimum, ið fjala seg fyri at loypa á nær sum helst og hvar sum helst. Hetta var tatikkurin sum snildi ormurin í 1. Mósesbók brúkti, ið, við upphav mannaættarinnar, skapti fyrstu følsku tíðindini (1. Mósesbók 3:1-15), og sum byrjaði syrgiligu søguna av synd, fyrst við fyrsta bróðurmorðinum (1. Mósesbók 4) og er upphav til óteljandi aðrar óndar gerðir móti Gudi, granna, samfelag og skaparverkinum, skrivar pávin í bóklinginum.
Í skjalinum The Truth Will Set You Free – Fake News and Journalism for Peace, sigur pávin, at villleiðandi tíðindi einans føra til útbreiðsluna av arrogansu og hatri, og heitir hann á journalistar og brúkarar av sosialum miðlum til at avdúka slíkar søgur, ið einans skapa skilna, skrivar BBC.