Tá ið pólski kardinalurin Karol Woityla tann 16. oktober 1978 gjørdist pávi undir heitinum Jóhannes Páll, var hetta byrjanin til eitt heilt nýtt skeið í søgu katólsku kirkjunnar. Nýggi pávin var tann fyrsti pávi i fleiri hundrað ár, sum ikki var italiumaður, og hann hevði havt eina fyri ein páva óvnaliga starvsleið. Sum ungur var hann gávuríkur sjónleikari, yrkjari, bókmentamaður og framúr góður ítróttarmaður. Men so gjørdist hann alt meira andaliga vaktur og fór at lesa til prest, og henda leiðin endaði við, at hann gjørdist kardinalur í Krakow í Póllandi.
Pávin var fjølbroyttur persónur. Átrúnaðarliga var hann óvikiligur, og hetta gjørdi, at hann í roynd og veru á mongum týðandi átrúnaðarligum og etiskum økjum var sera afturhaldandi, og lutvíst skrúvaði tíðina aftur. Hugsað verður her um fosturtøku, fyribyrging, cølibatið hjá katólskum prestum og støðuna hjá kvinnunum. Her var pávin, sáli, sannførdur um, at talan var um absoluttar sannleikar, sum eingin kundi vika. Sama er um hansara kristniboðan at siga. Hann flutti kirkjuna aftur eftir og var hart ímóti einihvørjari liberalari tulking av evangiliinum.
Men ein pávi hevur sum øllum kunnugt mikið politikst vald. Jóannes Páll var harðrendur antikommunistur og samstarvaði virkin við amerikanskar forsetar fyri at fella kommunismuna í Eystureuropa. Hann eigur tí ein týðandi og stóran leiklut í tí ráki og teimum hendingum, ið elvdu til, at múrurin fall. Frammanundand hevði hann verið sera politiskt virkin í heimlandi sínum Polen, har hann virkaði fyri tí valdskifti, ið eisini har fór fram. Men samstundis, sum hann sýndi sína andstygd fyri kommunismuni, sýndi hann ikki minni andstygd mótvegis vesturlendsku materialismuni og moralska og politiska forfallinum fyri vestan. Hann var eisini heitur talsmaður fyri mannarættindum og sosialum rættvísi. Hartaði mangan vesturlendskar leiðarar fyri teirra atgerðaloysi og líkasælu mótvegis neyðini og fátækdøminum í tilafturskomna heiminum. Hann hevði eisini dirvi til at biðja jødisku tjóðina um fyrigeving fyri alt teir ræðuleikar, sum katólska kirkjan í øldir lata ganga yvir jødarnar og fyri líkasælu kirkjunnar undir nazismuni og fascismuni. Hetta hevði eingin annar pávi áður torað. Her sýndi hann mikið dirvi og persónligt mót. Pávin hevði eisini eina sera fjølbroytta mynd av Miðeystri og virkaði áhaldandi fyri friði og semju í staðin fyri kríggj. Hann lat seg á onmgan hátt brúka av USA, men talaði søk palestinara eins og hann talaði søkina hjá øllum teimum, ið vóru fyri kúgan og happing. Alt hetta gjørdi, at Jóannes Páll við røttum var mettur sum ein av heimsisn mætastu monnum. Við deyða pávans er ein av teimum heilt stóru og mest virdu leiðarunum farin og spurningurin verður nú, hvør verður nýggjur pávi. Verður tað eitt siðbundið val, ella fara leiðararnir innan katólsku kirkjuna at nýta høvið at kjósa sær nýggjan páva úr einum ikki europæskum heimsparti. Tað er stóri spurningurin í dag.
Sosialurin










