Sambýlið í Pætursgøtu letur ikki aftur kortini. Tað hevur Rósa Samuelsen júst kunngjørt Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, kunngjørdi fyri løtu síðan í Kringvarpi Føroya, at sambýlið í Pætursgøtu ikki letur aftur.
Í farnu viku varð nógv skrivað og tosað um stovnin, har tríggir menn við aspergers syndromi húsast. Sparingar hóttu við at lata stovnin aftur, og búfólkini skuldu flytast í annan stovn. Tann avgerðin er eftir øllum at døma strika nú.
Rósa Samuelsen segði við Kringvarpið, at hon í næstum fer at leggja fram umsókn um eykajáttan til almannaøkið. Játtanin skal serliga nýtast til barna- og ungdómsøkið.









