Pætur with no Band

Pætur Zachariasson, sum er mest kendur sum lívligi forsangarin í Boys in a Band, hevði eisini leitað sær á G! festivalin fyrr í dag.

 

"Eg skal ikki spæla í ár. Boys in a Band eru meira ella minni lagdir á hillina. Ið hvussu so er fyri fyrst," sigur Pætur.

 

"Hóast eg ikki sjálvur skal spæla, so hevur skráin í ár verið serstakliga góð. Eg trúgvi, at hesin festivalurin fer í søguna sum ein av teimum ordiliga góðu. Tá hugsi eg sjálvsagt serliga tónleikaliga, men eisini um stemningin," sigur Pætur.

 

"Her eru so nógv fólk. Tað er tað, sum hevur yvirraskað meg mest. Eg haldi, at tað vóru fleiri hóskvøldið í ár enn leygarkvøldið í fjør. Tað sigur ikki heilt lítið," sigur Pætur.

 

Av bestu framførslunum í ár sigur Pætur:

 

"Nógv gott hevur verið í ár. Travis vóru góðir. Benjamin var ræðuliga feitur. Men skal eg taka okkurt fram um hini, so má tað vera Svangah Dangah. Teir vóru ordiliga kulir, og tað er sanniliga upp á tíðina, at onkur er farin at gera føroysk rap. Og sum gera tað ordiligt."