HB vann í kvøld sannførandi 3-0 sigur á Skála á útivølli, og hevur eldra havnarliðið nú 10 stig aftaná fimm dystir, og hevur fingið eina rættiliga góða byrjan uppá landskappingina.
Leigusveinurin, Teit Jacobsen skoraði til 1-0, og Adrian Justinussen økti til 2-0 og 3-0. Tað fyrra var uppá brotsspark.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við veteranin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen aftaná dystin.
Ein vónbrotin Pætur Dam Jacobsen heldur, at Skála við at gera mistøk forerdi HB øll trý málini.
Spurdur um hvussu hann sær uppá komandi uppgávuna ímóti KÍ á Skála, svarar Pætur Dam Jacobsen: - Teir kunnu ikki blíva við at vinna.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Teit Jacobsen hjá HB hoyrist HER