Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
05. apríl verður skipað fyri tveimum forkunnugum konsertum í Norðurlandahúsinum í sambandi við fløguútgávuna hjá 12 ára gamla Brandi Enni.
Ein heilt serligur gestur á konsertunum verður Pætur við Keldu, sum ikki hevur verið heima í Føroyum, síðan hann luttók í tí danska Melodi Grand Prixnum.
Stórt tiltak
Nógv rok hevur verið um 12 ára gamla Brand Enni hesa seinastu tíðina. Tann 5. apríl gevur hann eina fløgu út, sum hann hevur framleitt saman við teim fremstu tónleikanøvnunum í Føroyum, og eisini er hann í farin í holt við at framleiða eitt sjónbandalag, sum skal verða liðugt til fløguútgávuna.
Í sama sambandi skipar Brandur so eisini fyri tveimum konsertum í Norðurlandahúsinum sjálvan útgávudagin, har Pætur við Keldu eisini kemur at framføra nøkur løg á pallinum.
Heim at hvíla seg
Ætlanin er, at Pætur saman við Eyðuni Nolsøe skal byrja konsertina fríggjakvøldið 5. apríl.
Enn er ikki nøkur endalig skrá løgd fyri konsertina, so teir hava ikki avgjørt, hvørji løg, teir koma at spæla.
- Men "Som En Drøm" verður uttan iva á skránni, sigur Pætur skemtandi.
Pætur sigur annars, at hann sær fram til at koma heim aftur til Føroya. Eftir ætlan kemur hann heim eitt sindur áðrenn sjálva konsertina, og ætlar hann at steðga í Føroyum í nakrar dagar.
- Alt hevur verið eitt sindur rokaligt eftir luttøkuna í Grand Prixnum, men nú byrjar gerandisdagurin so spakuliga aftur. Tó verður tað deiligt at sleppa heim at hvíla seg eitt sindur, greiðir Pætur frá.
Ikki stjørna
Pætur flennir bara, tá hann verður spurdur, um hann væntar at verða móttikin sum ein stjørna, nú hann kemur heim aftur á klettarnar.
- Nei, tað haldi eg ikki, man kann siga. Føringar eru øðrvísi enn danir; í Føroyum veitst tú, hvar tú hevur fólk, og fólk síggja teg fyri tað, tú ert, heldur enn fyri tað, tú gert, sigur Pætur.
Annars hevur hann fingið fleiri rósandi orð á vegnum, síðani sangur hansara endaði millum 5 teir bestu í Grand Prixnum.
- Onkur hevur steðgað mær á gøtuni, og sagt, at mín sangur skuldi vunnið, og eg havi eisini fingið okkurt herðaklappið frá fólki innan donsku tónleikavinnuna. So nú er bara at royna at fáa sum frægast burtur úr, greiðir Pætur frá.
Nýggjan tónleikabólk
Pætur arbeiðir til dagligt á insulinverksmiðjuni Novo Nordisk, har hann kannar insulini, áðrenn tað fer út av verksmiðjuni.
Men í frítíðini fæst hann mest við tónleik.
- Fyri summi kann arbeiðið tykjast rættiliga keðiligt, tá eg ikki geri so nógv kropsligt arbeiðið, meðan eg eri til arbeiðis. Men hetta ger samstundis, at eg havi orku til at brúka alla frítíðina uppá tónleikin, sigur Pætur.
Í løtuni venur hann nógv saman við Eyðuni Nolsøe og Petur Hans Niclasen, sum báðir, eins og Pætur, eru úr Klaksvík.
- Vit hava spælt nógv saman í síðstuni, og komandi fríggjakvøld skulu vit undirhalda á einum sokallaðum café-kvøldi í Føringahúsinum.
Hetta at spæla saman við øðrum er ikki nakað, ið Pætur er vanur við, tá hann sum oftast hevur verið so at siga einsamallur um tónleikin.
- At skula spæla saman við øðrum er avgjørt ein stór avbjóðing fyri meg persónliga, sigur hann.
- Nú skal eg knappliga laga meg eftir teimum, meðan vit spæla. Men hóast tað er krevjandi, so er tað eisini stuttligt, greiðir Pætur frá.
Tá Pætur ikki spælir, skrivar hann tilfar, sum teir tríggir so arbeiða víðari við.
- Vit arbeiða mest við rock/poppi, sum fer yvir í eitt sindur av jazz. Vit eru allir øgiliga ymiskir, men tað ger tað bara enn stuttligari at spæla saman, sigur Pætur.
Klaksvík á heimskortið
Sum vit tosa, koma vit eisini inn á Jákup Mikkelsen og Toda Jónsson, sum báðir hava gjørt Føroyar og Klaksvíkina kendar í Danmark. Eg spyrji Pætur, um hann ikki kennir, at hann eisini kundi gjørt tað sama, men han flennir bara.
- Jú, tað hevði sjálvandi verið stuttligt. Eyðun og Petur Hans eru eisini úr Klaksvík, so tað hevði verið deiligt, um vit fingu sett saman ein klaksvíksbólk, sum gjørdist kendur í Danmark, sigur hann skemtandi.
- Men hetta er bara ein dreymur; latið okkum bara bíða og so síggja, hvat alt endar við.
Brandur góð evni
Í løtuni gleðir Pætur seg bara til at koma heim.
- Eg eri sera spentur uppá konsertina í Norðurlandahúsinum. Og ikki minst til at uppliva Brandur, sum eg haldi hevur ótrúliga góð evni í sær. Hóast nógv rok hevur verið um hann ta seinastu tíðina, so virkar hann øgiliga búgvin og róligur. Hann hevur tað rætta perspektivi, og hvílur í sær sjálvum. So hann kann uttan iva koma heilt langt innan tónleikavinnuna, sigur Pætur við Keldu at enda.










