Keypmannahavn: Pætur var stinnur sum ein klettur, tá hann fór á pallin í Cirkusbygninginum leygarkvøldið.
Frammanfyri sær hevði hann eini 1600 fólk í salinum, men upptøkutólini varpaðu hansara framførslu út til einar tvær milliónir hyggjararar.
Hetta nervaði tó á ongan hátt føroyska tónleikaran, sum sannførandi stíli sang sangin um dreymin. Som en drøm. Og tað gjørdist ongantíð nøkur marra. Pætur sang frálíka væl, hann var tryggur undir allari framførsluni, og hann livdi seg væl inn í sangin.
? Eg kendi meg væl á pallinum. Eg roknaði við, at eg fór at fáa nervar, áðrenn eg skuldi syngja, men teir stóru nervarnir komu ongantíð. Eg eri sera glaður fyri, at eg kundi njóta løtuna, tá eg sang. Tað hevur nógv at siga fyri meg, sigur Pætur við Keldu.
? Tá eg kom á pallin og fekk fatur í mikrofonini, var eg púra róligur. Tú skalt geva fólki nakað teir minuttirnar, tú syngur, og tað legði eg meg eftir. Ert tú bangin ella ótryggur, so avdúkar sjónvarpið teg beinanvegin, men ert tú hinvegin róligur og avslappaður, so sæst tað eisini.
Politiken umrøddi í sunnudagsblaðnum aðalroyndina til Grand Prixið, sum var fríggjakvøldið. Teir bitu merki í, at Pætur stóð við hondunum í lumma ? púra róligur ? meðan hann bíðaði eftir, at alt skuldi vera klárt hjá honum at fara í gongd. Og tá tónleikurin so fór í gongd, so var hann beinanvegin klárur at syngja og gjørdi tað trygt.
Væl nøgdur við avrikið
Nei, tað var einki, sum tók klaksvíkingin á bóli, tá hann tók lut í Grand Prixnum. Óttin fyri stóru avbjóðingini gjørdist ongantíð veruleiki, og Pætur kom væl burturúr sínum framførslum.
? Eg eri als ikki keddur av, at eg ikki vann. Fyri meg ráddi tað um, at eg skuldi gera tað gott, og tá eg kom av pallinum eftir fyrru framførsluna, var eg glaður, tí eg hevði nátt málinum. Alt gekk uppá stás, og so hevði eg ikki brúk fyri meira, greiðir Pætur frá.
? At so eisini slapp við til finaluna, var gott at fáa afturat, tí so visti eg, at okkurt lá eftir framførsluna. Samanumtikið er eg sera væl nøgdur við mítt avrik. Eg haldi, at eg gjørdi vart við meg, og nú vóni eg, at hetta kann lata nakrar dyr upp.
Pætur fekk góða móttøku frá fólkunum, sum høvdu fingið sess í Cirkusbygninginum, og meðan melodiøsi og vakri sangurin hjá Pætur ljómaði úr hátalarunum, tendraðu fólk ljós í salinum, og tað var eisini nakað, sum hjálpti Pæturi á pallinum.
Dygd og stílur
Sangurin hjá Pætur var eingin typiskur Grand Prix sangur. Hann var helst ov friðarligur til at vinna kappingina, men hinvegin var hetta júst ein sangur, sum vísti dønum, hvat Pætur stendur fyri, og hvat hann er førur fyri at avrikað.
Tónleikurin domineraði á ongan hátt, og tað var gjørd við beráddum huga, tí ætlanin var, at góða røddin hjá Pæturi skuldi verða tððulig. Við systur síni, Tóru, og kórsangarum afturat stóð røddin hjá Pæturi sterk í myndini allatíðina.
At sangurin so eisini varð valdur út til finaluna, var eitt stórt herðaklapp til Pætur, og fólk skulu leggja minni í, at hann ikki fekk fleiri stig. Tað tóktist sum danir framvegis leitað eftir einum ávísum slagi av sangi, sum skal umboða teir í europeisku finaluni.
Pætur slapp undan at gera vart við seg á nakran plattan hátt. Hann hevði stíl, sangurin var øðrvísi enn allir hinir, og framførslan var framúr góð. Nú føroyingar aftur fingu umboð við til Grand Prixið, var tað eitt gott umboð, sum vit fingu við,
Sangurin og framførslan hjá Pæturi hevði dygd og stíl. Og tað finnur langt frá í øllum sangunum, sum eru við í Grand Prixnum.
Pætur fekk nógv góð orð við á vegnum, og tað sást eisini aftur, tá ein rúgva av fólki við tilknýti til Grand Prixið hittust í Parkini eftir Grand Prixið. Pætur var ein populerur maður, og meðan aðrir av luttakarunum sótu friðarligir í stólum í gongini, vóru tað nógv, sum vildu heilsa upp á føroyska luttakaran í kappingini.
Pætur stóð royndina við rós, og nú ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt.