Pætur Dam Jacobsen er nýggjur maður á føroyska landsliðnum, sum í annað kvøld skal spæla venjingardyst móti Íslandi í Reykjavík. Pætur Dam Jacobsen avloysir Súna Olsen, sum ikki er tøkur vegna skaða.
Í annaðkvøld skal Lars Olsen fyri fyrstu ferð royna seg sum landsliðsvenjari hjá Føroyum. Maðurin, sum lyfti EM steypið á loft, tá Danmark í 1992 púra óvæntað vann EM endaspælið í Svøríki, hevur fyri tíð síðan sett navn á teir, ið skulu við.
Ein broyting er tó í hópinum frá tí upprunaliga hópinum, sum hann og Jóannes Jakobsen úttóku. Súni Olsen er somikið skaddur, at hann ikki metur seg verða tøkan til dystin. Í hansara stað er stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá EB/Streymi, Pætur Dam Jacobsen komin.
Dysturin móti Íslandi byrjar klokkan 20.45 føroyska tíð.
Mynd: FSF.fo