Íslendski Pétur Ben verður í dag kunngjørdur, sum enn eitt útlendskt navn, á ársins G! festivali. Hansara egni singer/songwritersligi fólkarokkur er longu fagnaður heima í Íslandi og vinnur alsamt meira fram í útlondum, og nú stendur Føroyar á skránni.
Í Íslandi er Pétur Ben Benediktsson heimskendur. Hann hevur lagt til rættis løg fyri Slowbrow, Telepathics, Mugison og mangar aðrar íslendskar bólkar og einstaklingar.
Føroyingar minnast hann kanska sum gittarleikara hjá Mugison.
Pétur Ben hevur gjørt tónleik til filmar og sjónleikir
Evnini at leggja til rættis og kærleikin til leiklistina runnu saman, tá ið Pétur Ben herfyri fekk møguleikan at leggja til rættis tónleikin hjá Tom Waits til víðagitna leikin ?Woyzeck? hjá Büchner.
Í fjør kom fyrsta útgávan hjá Pétur Ben, sum einstaklingi ?Wine For My Weakness?. . Á útgávuni flytir hann seg víða og roynir síni kynstur í mongum ymiskum tónlistarligum samanhangum, við mongum ymiskum ljóðførum. Hann sýgur lurtaran inn í sín egna lítla og sera spennandi heim, har alt kensluspektrið fær fríar ræsur, og har øll kynstur eru loyvd í ævigu leitanini eftir fullkomna og besta háttinum at úttrykkja júst hesar kenslur. Fyrst ljóðar ?Wine For My Weakness? sum rættiliga klassiskur singur/songwriter tónleikur, men skjótt gerst greitt, at her er eitt dýpi undir, at hetta er nakað heilt serstakt, ein listamaður, sangari, tónleikari og sangskrivari av teimum heilt góðuskrivar G! millum annað í tíðindaskrivi.
Við sær á G! hevur Pétur Ben legendariska Sugarcubes trummuleikaran Sigtryggur Baldursson
Vitjað Pétur Ben á myspace.com/peturben