Pátriksmessa

Oddagrein

 

Í dag er pátriksmessa. Pátrikur var apostul Írlands, sum doyði henda dag fyri 1540 árum síðani. Dagurin, sum er tjóðdagur íra, verður eisini hildin í Mykinesi. Tá Pátrik doyði í 461, hevði hann bygt nógvar kirkjur og stovnað kleystur, og tað var frá hesum kleystrum, at írskir munkar hava leitað til Føroya, at fáa tilhald, sigur Axel Tórgarð í bókini ?Dagar og nøvn í álmanakkanum?.

Írsku munkarnir hava eitt nú havt tilhald í Mykinesi, har pátriksmessa hevur verið hildin. Men líkt er til, at eisini aðrastaðni í Føroyum hava teir tikið til Pátrik, sigur Axel.


Fyrstu orð, vit vita um Føroyar, eru allar helst skrivað av írum. Í halgisøguni um Sankta Brendan, sum var føddur um ár 580, verður oyggj nevnd, har Brendan og bátsfelagar hansara komu til á drúgvari ferð í leitanini eftir fyrijáttaða landinum. Henda oygg er full av hvítum seyði, og eisini hitta írarnir har ein kristnan mann, sum gevur teimum ymsa útgerð. Írsku munkarnir hildu hina heilagu kvøldmáltíðina skírisdag, offraðu páskalambið og dvaldust her til páskadag. Einki ávíst er tó, ið bendir á, at oyggjarnar veruliga vóru Føroyar, sigur Hans Jacob Debes í fyrsta bindinum um ?Føroya Søgu?. Hann vil heldur vísa til ein annan íra, klerkin Dicuilus, sum góð tveyhundrað ár seinni skrivar um nágreinilig landafrøðilig viðurskifti í Norðuratlantshavi. Dicuilus skrivar í 825 í bók um ?Mát jarðarkringsins?, at higartil ókendar oyggjar liggja tvær dagsreisur fyri norðan. Frá øllum teim nágreiniligu upplýsingunum kann lættliga gitast, at talan er um Føroyar. Kelda Dicuils er ein prestur, sum hann sjálvur hevur hitt.


Einar Smörbakk erkibispur í Niðarósa sigur hugtikin um Írland í ?Kongaspegilinum? í 13. øld, at Írland er nærum besta land, millum tey vit kenna, hóast drúvur ikki vaksa har. Helst ein staðfesting av lýggja veðurlagnum, sum drigið man hava mangan ferðandi føroyingin hagar. So tað er meiri enn so, at okkara vegir hava krossast, teir føroysku og teir írsku, gjøgnum søguna og higar til dags. Ikki minst, tá Tróndur Patursson var við í tiltiknu Brendans-ferðini hjá Tim Severin í 1978.


Nú er eisini mangt, ið bendir á, at tað fragdarhúsið, sum Norðurlandahúsið er, hevur hepnast at knýta enn eitt írskt samband til Føroya. Leiðslan í írsku operuni hevur vitjað í oyggjunum og semja er millum partarnar um, at menna henda mentunarliga fremmanda, men dýrmetta skatt, so eisini tey, ið hava búsett seg so fjarskotið, sum í Føroyum og í Galway, kunnu njóta góða, altjóða operu. Hetta er mentapolitikkur, útintur av áhugaðum eftir bestu forskriftum.


Sosialurin ynskir góða pátriksmessu, bæði her og í Írlandi!