Nógvur livandi tónleikur verður í Café komandi dagarnar. Jens Marni Hansen leggur lunnarnar hóskvøldið í caféini við sangi og gittarspæli. Og leygarkvøldið og mánakvøldið, tvs. 2. páskakvøld, spæla teir báðir Høgni Reistrup og Finnur Jensen. Hesir báðir útisetarnir eru komnar heim úr Danmark at spæla nakrar tónar á páskum.
Jens Marni Hansen verður eisini at hoyra í Rex fríggjakvøldið saman við Showmonnum og leygarkvøldið saman við Kim Hansen, skrivar byin.fo