Páskastevnan 2001 í ítróttarhøllini á Skála

TíÐIndaskriv

 

Aftur í ár verður páskastevnan hildin inni á Skála. Tað er samkoman Keldan í Skálafirði, sum skipar fyri stevnuni. Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt á skránni. Talarar verða m.a. Enevald Flåten frá Levende Ord, David Hansen frá Ålborg Menigheds Center, Danmark, og føroyingurin Bergur Skovgård, sum er leiðari fyri eini samkomu í Svendborg.

Umframt hetta verða tiltøk fyri børn, har skipað verður fyri barnamøtum samstundis sum kvøldmøtini eru. Her verður nógv ymiskt gjørt burtur úr við m.a. drama, dansi og sangi.

Tvey sera forvitnislig ungdómstiltøk verða eisini við á stevnuni, har m.a. sang-, dansi- og dramabólkar luttaka. Stórur dentur verður eisini lagdur á sang og lovsang og kemur hetta eisini at seta sín dám á á møtunum.

Keldan leggur dent á, at páskastevnan er fyri øll og tí verður ynskt, at so nógv fólk og samkomur sum tilber verða við.

Undir stevnuni verður stórur dentur lagdur á at biðja fyri fólki til frelsu og grøðing. Meiningin er, at hini gleðiligi boðskapurin um frelsaran skal koma út til alt fólkið, so at menniskju skulu uppliva Guds kærleika og kraft bæði til anda, sál og likam.

Stevnan byrjar skírisdag 12. apríl og er til 2. páskadag 16. apríl. Lýst verður nærri í bløðunum seinni um skránna til páskastevnuna.