Hoyvík: Tað er ikki á hvørjum degi, at høvið verður at hoyra ein talara sum er komin higar allan vegin úr Suðurafrika.
Hetta høvið býðst kortini, tá samkoman Oasan skipar fyri páskastevnu síni í apríl mánaði.
Til hesa stevnuna hevur tað eydnast samkomuni at fáa Wilson Goeda hendavegin sum høvuðstalara.
Hann arbeiðir í dag sum ovasti leiðarin í "Youth with a Mission" í Suðurafrika. Hann hevur ferðast kring allan heimin og verður altso nú at hoyra í Føroyum.
Vit síggja við spenningi fram til hesar dagarnar. Hvat kann verða betri enn tað at koma saman um Jesus hesa høgtíðina fyri at tiðbiðja hann!
Vit trúgva, at hesin suðurafrikanarin hevur nógv at geva okkum, verður sagt úr samkomuni.
Endurreisn
Wilson Goeda hevur í meiri enn 10 ár undirvíst út frá Bíbliuni víða hvar í heiminum.
Hann er uppvaksin í afrikanskari mentan undir teirri fyrrverandi apartheid-skipanini.
Út frá hesum verður tí mett, at hann hevur góðar fortreytir fyri at kunna geva menniskjum ein boðskap um endurreisn og grøðing fyri tað innara menniskjað.
Hansara skemtingarsama og glaða lyndi, tvinnað saman við eginleikanum at brenna fyri at boða Guds orð, er nakað sum eyðkennir Wilson.
Tí hevur hann serstøk evni at fáa fólk at lurta eftir hansara boðskapi, verður sagt.
Wilson Goeda hevur haraftrat ein brennandi áhuga fyri øllum tjóðum, fyri ungdóminum og fyri semju millum fólkasløgini.
never mynd