Páskasølustevna á Tvøroyri í fýra dagar

Klokkan fýra í dag lata dyrnar upp á sølustevnuni í ítróttarhøllini á Tvøroyri

Hesar næstu fýra dagarnar verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmurin um eina stóra páska-sølustevnu, við nógvum framsýnarum, undirhaldi og skemti.

Tað eru Tvøroyrar Bóltfelag, Tvøroyrar Svimjifelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum skipa fyri stevnuni.

Umframt sølustevnuna, verður eisini eitt mini-tivoli í hinari høllini, sum er í sama húsi - sí greinina niðanfyri.

Á stevnuni fara einar 25 fyritøkur úr øllum landinum at vísa fram og tær hava alt møguligt at vísa fram. Eitt nú eru fýra bilasølur við. Men annars eru handlar við sum selja alt frá teldum og telduútgerð, klæðum, stereoútgerð, bilaútgerð, blomstur, fløgur og mangt annað.

Umframt fyritøkurnar, sum sjálvandi hava nøkur serlig stevnutilboð, verður eisini mótasýningar og undirhald av ymsum slag.

Stevnan letur upp í dag klokkan 16 og hon er opin til kl. 22 í kvøld.

Men klokkan 18 verður hon alment sett, og tað verður Dan Nielsen, býráðsformaður, sum setir hana.

Tá fer eisini Kirkjukórið Ljómur eisini at syngja.

Í morgin, fríggjadagin, er stevnan opin frá kl. 16 til kl.22. Leygardagin er hon opin frá kl. 14 til kl. 22 og seinasta dagin, sunnudagin er hon opin frá kl.16 til klokkan 20.


Sangur, spæl og undirhald

Allar dagarnar, stevnan er opin, verður ymiskt undirhald, bæði fyri børn og vaksin.

Klokkan 19 hóskvøldið, aftaná at stevnan er sett, fara Kristian Blak og dótturin, Rebecca, at spæla, hann spælir klaver, hon violin.

Fríggjadagin klokkan 18 og leygardagin klokkan 15 fara Jessie og Sára úr Porkeri at dansa Creamy.

Fríggjakvøldið klokkan 20 og leygardagin kl. 19 verður mótasýning.

Sunnudagin klokkan 17 fer bólkurin Shalder Geo hjá Kristian Blak, o.ø, at spæla.

Og sum rosinan í pylsuendanum fer Ragnar í Vík at syngja og spæla leygardagin kl. 17.30.

Og klokkan 19 sunnukvøldið, áðrenn stevnan endar, verður gallashow við mótasýning og tónleiki.

Eitt nú fara Rakul og Magni at syngja.

Tá verður eisini kunngjørt, hvønn gestirnir hava valt til vakrasta básin.

Tann, sum eigur básin, fær ein vinning.

Við hvørjum atgongumerki fylgir ein atkvøðuseðil, har fólk kunnu velja, hvønn bás tey halda verða vakrast.

Hvørt atgongumerki er samstundis ein lutaseðil og ein hálvan tíma, áðrenn stevnan letur aftur hvørt kvøld, verður burturluting, har vinningarnir eru ymsir lutir, sum fyritøkurnar, ið taka lut á stevnuni, hava latið.