Páskakonsertir við Kamarkórinum, strúkarum, urgu og solistum

Tórshavnar Kamarkór hevur tvær spennandi konsertir kom­andi dagarnar: Tann fyrra verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, Langa Fríggjadag kl. 16:00, og hin seinna verður í Vesturkirkjuni í Havn, leyg­ardagin 23. apríl kl. 17:00.
Høvuðsverkið á kon­sert­unum er Requiem hjá franska tónaskaldinum Gabriel Fauré (1845-1924). Hetta er kórverk í sjey pørtum, við solistum, urgu og strúkarum.
Sjálvur segði Fauré um hetta helst kendasta verk sítt: “Tað sigst at mítt Requiem einki sigur um deyðsótta, og onkur hevur rópt tað eina deyðans vøgguvísu. Men so­leiðis síggi eg deyðan: ein eydnurík bjarging, ein stund­an móti eydnuni omanfyri, heldur enn ein pínufull upp­living”.
Tvey onnur kórverk eru eisini á skránni. Tey eru Cantique de Jean Racine, Op. 11, eisini eftir Fauré, og Hear my Prayer hjá Felix Mendelsohn Bartholdy (1809-1847).
Til hesar konsertirnar hevur kórleiðarin, Bern­harð­ur Wilkinson, savnað eitt strúkiorkestur við níggju strúkarum. Leif Han­sen leikar á urgu, og solist­ar eru Anne Mette Greve Klemensen, Arina Bis­choff, Urd Johannesen og Her­finnur Árnafjall.