21. mars skipaði Miðvágs Badmintonfelag fyri páskakapping, og fór hendan fram í Ítróttarhøllini á Giljanesi.
Úrslitið av kappingini varð hetta:
Yngru leikarnir
Gull Linda Christiansen
Kirstin Johannesen
SilvurElin Maria Christiansen
Lea Johannesen
BronsaJórun Gudmundsen
Ása Nielsen
Eldru leikarnir
GullJón Sigurd á Plógv
SilvurRegin Johannesen
BonsaRonja á Plógv
Sagt veðrur annars, at felagið í vetur hevur verið ógvuliga virkið. Danskur venjari hevur tikið sær av venjingini, og ungdómur úr allari oynni hevur møtt dúgliga til venjingar. Ætlandi fer felagið at leggja enn meira fyri til komandi kappingarár. Ikki minst á kappingarøkinum, har ætlanin er at skipa fyri fleiri kappingum.









