Páskahámessa í føroysku kirkjuni í Keypmannahavn

Fyrsta páskadag klokkan 14 verður páskahámessa í føroysku kirkjuni í Keypmannahavn, Samuelskirkjunu, við góåum tónleiki og har Bergur Jacobsen, prædikar. Tey, sum standa fyri tónleikinum eru tey trý, Sara Blankholm, Ib Westergaard og Helgi Breiner, sum fara at spæla Trio úr Musikalichem Offer eftir JS Bach, og Samuelskórið syngur. Tann 18 august í ár hevði stovnarin av føroyska kirkjuliðinum í Keypmannahavn fylt 120 ár.

Talan er sjálvandi um Gudmund Bruun próst, sum legði stóran dent á eina hátíðarliga og tignarliga guðstænastu. Hendan táttin roynir Samuelskirkjan at halda fast í við góðum tónleiki og lovsangi í samband við guðstænastunar.

Hóðast Gudmund Bruun flutti til Danmarkar bara fimm ára gamal, og onki føroyskt blóð hevði í æðrunum, er hann kortini eitt av okkara stóru skaldum og týðarum. Nógvir av sálmunum, sum vit syngja mest í føstu og í páskavikuni, eru úr hansara hondum.

Sumt av tí hann hevur greitt úr hondum á føroyskum, er ikki minnið enn meistaraverk innan føroyskt mál.

Sum vant, tá ið guðstænasta er 1. og 3. sunnudag í mánaðinum, bjóðar kirkjuliðið ein drekkamunn í kryptini ella úti í garðinum.