Sunnudagin verður føroysk páskagudstænasta klokkan 14 í Samuelskirkjuni Vanliga eru føroyska gudstænastur í Samuelskirkjuni hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum. Páskadagur er 2. sunnudag í hesum mánaðinum, og tí verður føroysk gudstænasta komandi sunnudag, tí siður er at hava føroyska gudstænastu í Keypmannahavn páskadag.
- Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænastu. Vit fara at hoyra páskaboðskapin, syngja nakrar sálmar, fara at hoyra eitt kór framføra nakrar sangir og fáa ein kaffimunn í kirkjukjallaranum eftir gudstænastuna, sigur Derhard Olsen, prestur.
Meira um Samuelskirkjuna og føroysku gudstænasturnar kann lesast á www.samuelskirkjan.fo










