Páskaferð til Ísraels

Nú er aftur høvið at vitja Ísrael. Hesaferð er talan um eina páskaferð við føroyskum ferðalag, sum verður í døgunum 21. mars – 1. apríl 2013.

Millum annað verður vitjað á teimum kendu bíbilsku og søguligu støðunum í Ísrael, sum til dømis í Nasaret, Kapernaum, Betlehem, Massada og Jerúsalem. Siglt verður eisini á Genesaretvatninum og svomið í Deyðahavinum.
Sum nakað heilt serligt er høvið at uppliva páskirnar í Ísrael, og páskamorgun at vera við til stóra norðurlendska páskagudstænastu við ta tómu grøvina. Vitjað verður eisini á nógvum øðrum støðum.
Farið verður eisini til heimsins lægsta stað, Deyðahavið, har ein kann flóta á vatninum. Eisini verður farið niðan á fjallaborgina Massada, har jødiskir frælsisstríðsmenn mannliga í ár 73 stríddust móti rómverjum.
Í Jerúsalem er høvi at uppliva bæði kristnar og jødiskar páskir. Gingið verður líðingarvegin ‘Via Dolorosa’, har Jesus eisini gekk einar aðrar páskir. Vitjað verður eisini á Golgataheygnum og ein sær ta tómu grøvina.
Á ferðunum eru eisini frídagar, har ein kann slappa av, handla ella fáa okkurt eyka upplivilsi.
Ferðaleiðarar verða Marjan Nielsen og Ingrid Hansen, báðar av Nesi. Meira fæst at vita um ferðina á www.israel.fo ella hjá ferðaleiðarunum.