Páskabryggj fekk nógv fólk í býin í nátt

Men løgreglan sigur, at tað var friðarligt

Tað var P-dagur í gjár, tað er dagurin tá ið tað serliga páskaølið hjá bryggjaríunum verður at fáa og tað plagar at eggja nógvum fólki til at fara í býin. Og í gjárkvøldið var einki undantak, tí løgreglan sigur, at tað var so rættiliga nógv fólk í býnum og á fleiri dansistøðum var kjokkfult av fólki.

Men løgreglan sigur, at tað var rættiliga friðarligt og hjá teimum var ikki nógv at gera. Hinvegin, so er altíð okkurt og slík kvøld ger løgreglan altíð nógv burtur úr at vera úti ímillum fólk. Og mitt í nátt fingu løgreglufólk í bili gott eyga til ein bil í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum.

Tey fylgdu við honum, til hann var komin upp á Hvítanesi og tá varð hann steðgaður. Og tað vísti seg, at tá ið bilførarin blásti í alkometri, vísti tað ov nógv, so hann varð skuldsettur fyri at koyra við kenning og samstundis varð blóðroynd tikin av honum.